Stuðla okkara kravi um nýggja ferju til Nólsoyar

Tað blívur meira og meira greitt, at strandferðslu-flotin er ov gamal og niðurslitin. Nýggjar ferjur mugu byggjast, um Strandferðslan skal vera før fyri at røkja sína skyldu, sum er at flyta fólk og fæ millum oyggjarnar.

Okkara tol er uppi og nú krevja vit nýggja ferju til Nólsoyarleiðina. Vit ganga í løtuni hús úr húsi í Nólsoy og samla undirskriftir, sum vit ætla at handa Jørgen Niclasen fríggjadagin 18. desember. Stuðlar tú okkara kravi, so gev okkum tína undirskrift.

Tey sum longu hava skrivað undir í Nólsoy, skulu tó ikki skriva undir her eisini. 

TAKK FYRI STUÐULIN.

Ternan.jpg

Hetta er skrivið ið verður handað landsstýrismanninum saman við undirskriftunum:

 "Síðstu vikurnar hava fólk í Nólsoy liva í einari ótolandi óvissu. Vit vita ikki nær vit sleppa til arbeiðis um morgunin, og vit vita ikki nær vit sleppa til hús aftur til børn okkara.

Vit vita ikki um og nær okkara matvørubúð fær vøru. Vit vita ikki nær oljubilur kemur í oynna og hvussu ruskið fer av oynni. Vit vita ikki um okkara børn og ungu sleppa til Havnar í skúla, til ítrótt og til frítíðarítriv og heimaftur. Vit vita ikki um vit sleppa av oynni til neyðugar viðgerðir og kanningar. Vit tora ikki at hugsa um, hvat hendur um vit fáa brúk fyri bráfeingishjálp úr Havn – t.d. um eldur aftur er í onkrum húsum.

Øll vita, at Strandferðsluflotin er gamal og niðurslitin - og avloysaraskipið Erla Kongsdóttir, sum skuldi hjálpa uppá støðuna bleiv eitt stórt vónbrot. So við núverandi strandferðslu-flota vænta vit ikki, at samferðslan millum Havnina og Nólsoy fer at batna – heldur hinvegin.

Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit at okkurt munagott verður gjørt beinanvegin.

Vit mugu fáa nýggja ferju til Nólsoyarleiðina – annars er bygdini ikki lív laga. Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju – á stødd við Ternuna – og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Ferjan skal sjálvsagt lúka øll nútímans krøv eisini til fólk við rørslutarni.

Landsstýrið kann ikki bíða til 2025 við at seta pengar av til nýbygging av ferjum.

Nøktandi samband skal tryggjast beinanvegin, samstundis sum lunnar verða lagdir at nýggj ferja verður bygd."


Vígdis Bjarnadóttir    Kontakt forfatteren af dette andragende