Mótmæla uppsøgn av dugnaliga skurðlæknanum Kristján Skúli Ásgeirsson
Kommentarer
#406
Bare hørt så meget godt om denne læge, derfor skriver jeg under på at han skal kunne fortsætte som læge tilknyttet til færøerne(Tórshavn, 2017-12-04)
#408
Eg skrivi undir vegna dóttir mína, sum er viðgjørd av Kristján Skúli. Hann er so dugnaligur og tað er ein tryggleiki har hann er.Eg havi bara gott at bera honum.
(Klaksvík, 2017-12-04)
#417
Góðan dagin tit – og takk fyri møguleikan at kunna stuðla!Eg havi nýliga verið á klinikkini hjá Kristján sum fylgjari og komu vit aftur fríggjadagin 01. des. Tað sum eg gjørdi meg klára til, innan vit fóru til Reykjavíkar, var at vera tann stuðilin sum ein krabbameinsraktur tørvar. Tí eitt er sjúkan, eitt annað er viðgerðin og tað seinna er tann sálarligi parturin.
Eg var klár at stuðla soleiðis og soleiðis og soleiðis...! Eg skuldi vera innyvir alt sum bleiv sagt og gjørt, tí hettar kundi eg taka mær av, meðan mamma skuldi koma ígjøgnum sína viðgerð og fáa frið at koma seg aftaná. Hon skuldi ikki hava nakað annað at hugsa um, enn at koma fyri seg aftur. Restina skuldi eg taka mær av!
Vit blivu møtt av einari sjúkrasystur, tá vit komu yvir til Keflavíkar. Eitt ómetaliga dugnaligt og fyrikomandi menniskja vit aldrin áður høvdu møtt, men óvanliga skjótt høvdu fult álit á. Vit møttu Kristjáni. Ein smílandi maður, sum so sanniliga dugir síni ting. Ein følir enntá beinanvegin, at hann ikki bara hevur skil fyri støðuni, men at hann hevur umsorgan og tekur sær av øllum viðurskiftunum. Hesin maðurin... hann er eitt gott menniskja. Betri kann eg ikki siga um hann.
Tað sum skjótt rann upp fyri mær, var, at eg hevði slept tamarhaldinum. Tað var ikki neyðugt... Mamma var í virkuliga so góðum hondum! Tað var ikki tørvur á tí leiklutinum eg hevði sett mær fyri at hava. Eg má ásanna, at eg enn eri ovfarin av, at tað finnist ein lækni sum Kristján og eitt toymi sum hansara.
Tíverri havi eg havt heilt nógv við sjúkrahúsini her í Føroyum og í Danmark at gera. Og tað er ikki fyri at seta hesi í ringt ljós, men sannleikin er bara tann, at eg havi aldrin uppliva líknandi sum á klinikkini hjá Kristján. Eitt so væl fungerandi toymi, sum so sanniliga tekur sær av sjúklinginum.
Eg eri innarliga takksom fyri, at mamma er byrja í viðgerð hjá Kristjáni, soleiðis at hon sleppur at halda áfram undir hansara viðgerð inntil hon er liðug. Og eg ynski tykkum allar bestu eydnu við at royna at broyta avgerðina um uppsøgnina hjá Kristjáni, tí eg unni so sanniliga krabbameinsraktum góða viðgerð <3
(Vágur, 2017-12-04)
#418
tí hann hevur verið ein sera týðningarmikil persónur í forløbunum hjá so nógvum føroyskum kvinnum, id hava havt bróstkrabba.(Kollafjørður, 2017-12-04)
#425
Eri skurðviðgjørd av Kristiani Skúla. Ein framúr dugnaligur lækni, sum eg havi stóra virðing fyri. Umstøðurnar á Ármúla í Íslandi vóru eisini framúr góðar og hugnaligar, har tú ikki føldi teg at liggja á einum sjúkrahúsi, men hevði eitt hotellkamar, har eisini maðurin kundi búgva. Fekk eisini stráluviðgerð í Īslandi, og har var alt sera professionelt.(Skála, 2017-12-04)
#451
Kristian er ein sera dugnaligur, fyrikomandi og professionellur skurðlækni. Ikki er hann bara dugnaligur innan bróstkrabba, men eisini er hann plastikkirurg, sum ger hann ringan at erstatta. Kvinnurnar verða ikki bert viðgjørdar fyri krabban, men Kristian gongur eisini høgt uppí at kvinnurnar kenna seg heilar eftir skurðviðgerðina. Við t.d. um annað bróstið verður tikið, so fær kvinnan eitt nýtt bróst beinanvegin, samstundis sum at tað fríska bróstið verður tillagað so bæði bróstini hava somu stødd. Alt hetta ger, at kvinnan ikki følir, at ein partur av henni manglar, men hon kennir seg sum eitt heilt menniskja. ❤(Tórshavn, 2017-12-05)
#460
Vit vita at vit hava nakað sum virkar væl, operatiónirnar er væl úr hondum greiddar.Broyt ikki bara orsaka nakrar kr.
(Tórshavn, 2017-12-05)
#461
Sum fyrrv. krabbameins patientur kann eg barasta geva Skristjan Skuli 10 stjørnur av 5...fyri hansara fantastiska arbeiði og umsorgan.Mótmæli uppá tað kraftigasta...!!!!!
(Klaksvík, 2017-12-05)
#465
Var undir skurð fyri bróstkrabba sept 2015, har Kristján Skúli Ásgeirsson var skurðlækni.Johanna Joensen
(Tórshavn, 2017-12-05)
#467
Haldi meg hava hoyrt, at hann er serliga góður skurðlækni. Man hoyrur bara góð viðmæli frá sjúklingur. Talan sær úttil at vera um nógvar sjúklingar, í hvussu so er akkurát nú. Dýrt á mangan hátt at missa fólk. Vit skulu hava ráð til tað besta. Annað kann bíða.(Runavík, 2017-12-05)
#468
Hví broyta nakað sum virkar gott og sjuklingar og avvarandi kenna seg tryg við,minst til har er ikki so nogv sum riggar á LS íheila taki so bygg heldur upp enn at bróta niður(Tórshavn, 2017-12-05)
#469
3 kvinnur í allar nærmastu familju eru skurðviðgjørdar av Kristjan. Sera væl nøgdar við dugnaliga læknan. Minnist til at ov nógvar føroyskar kvinnur fáa bróstkrabba. Vit vilja hava skjóta og góða viðgerð og kontrollir ofta.(Tórshavn, 2017-12-05)
#493
Hann hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiđi(Vágur, 2017-12-06)
#505
Eg eri blivin skorin av Kristján Skúla Ásgeirsson tríggjar ferðir (góðartaðir knyklar), og kenni til hansara dugnaligheitir á allar mátar. Líkamikið um tú skalt hitta hann kl 8 á morgni ella 8 á kvøldið, so er hann líka frískur, árvakin og vinarligur. Eg føldi meg so tryggan allan vegin ígjøgnum, hvørjaferð.Og skurviðgerðirnar gingu so væl, og eg føldi so lítið til at eg hevði fingið ein langan skur, og aftaná er hann næstan ikki til at fáa eyga á.
Dugnaligasti og mest nærlagdi lækni eg havi havt við at gjørt (og teir eru ikki so fáir).
Tað verður ein stórur og óbótaligur missur, um LS ikki tekur hesa uppsøgn aftur
(512 Norðragøta, 2017-12-06)
#518
Jeg vil at færøske kvinder skal have muligheden til at få hurtig og effektiv hjælp i forbindelse med brystkræft ❤️(Leirvík, 2017-12-06)
#554
Allar kvinnur hava rætt góða viðgerð!(Klaksvík, 2017-12-06)
#588
Ein fantaskiskur lakni(Skipanes, 2017-12-06)