Vit sýna virðing fyri teimum avvarandi

Í samband við óhepnar støður sum drápsmálið við Marknalíð, drápsmálið í Hvalba, málið um Pidda, sjálvmorð, ferðslu- og arbeiðsvanlukkur osfr., so eggja flestu portalar í Føroyum fólki at viðmerkja undir greinunum, hóast hesar viðmerkingar ikki gagna greinini á nakran hátt, men einans raka tey avvarandi.

Vit eru sostatt ein bólkur av avvarandi, sum hava tikið stig til eina undirskrifta innsavnan í vónini um, at portalar í Føroyum broyta hugburð og virða góðan fjølmiðlasið.

"4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd... Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.” – brot úr leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið.

Við hesum vilja vit heita á portalar um at strika møguleikan at viðmerkja tílíkar greinar. Í vónini um, at tit eisini vilja sýna teimum avvarandi ta virðing tey hava uppiborið. 


Hergeir Staksberg, Karl Johan Staksberg    Kontakt forfatteren af dette andragende