Varðveitið lívið í bygdini - Steðgið útbyggingini av verandi kirkjugarði í Sandavági
Nú Vága kommuna enn einaferð hevur ætlanir um at útbyggja kirkjugarðin niðan móti bygdini og sostatt oyðileggja vøkru perluna mitt í bygdini, vilja vit mótmæla hesum.
Hví eru vit ímóti ætlanunum um at útbyggja kirkjugarðin:
- Miðstaðarøkið skal virka fyri og gagna teimum livandi
- Ætlanin er stuttskygd og ikki nøkur varandi loysn
- Ætlanin er kostnaðarmikil
- Ætlanin gongur beint ímóti ynskinum um fólkavøkstur og trivnað
- Vandi er fyri, at bygdin gerst ein sovibygd
- Nógvir borgarar í Sandavági hava longu mótmælt hesum uppskoti
- Nógvir borgarar í Sandavági ynskja at antin 1: at økið verður friðað ella 2: brúkt til hugna og frítíð hjá børnum og ungum
- Avvarðandi skulu sleppa at vitja síni kæru og syrgja í friði uttan at hava øll eygu í bygdini á sær
- Øktur motortrafikkur á annars friðarliga økinum
- Tað skal vera pláss hjá børnum at spæla, flenna og stuttleika sær mitt í bygdini
- Tað er vanligt í grannabygdini og nógva aðrastaðni at hava kirkjugarð burturfrá bygdini
- Uppskotið úti á Bakka er ein langtíðarloysn, sum kann setast í verk beinanvegin og sum ikki er til ampa fyri borgarnar í nærumhvørvinum
- Tað skal vera liviligt hjá teimum borgarunum sum búgva í miðstaðarøkinum
- Húsini, sum koma at liggja sera tætt upp at nýggja kirkjugarðinum, fella í virði
- Atkomuvegurin hjá borgarum niðri við kirkjuna verður fluttur til Loftagrund, sum førir til trupulleikar í smb. við tiltøk í bygdini
Avgerðin verður tikin á ástaðarfundi mánadagin 9.apríl, so tað er umráðandi, at vit gera okkara ávirkan galdandi skjótast tilber. Allir borgarar í Vága kommunu hava rætt til at tala at.
Torgunn Á Løgmansbø Linda Krossá Joensen Kontakt forfatteren af dette andragende
Meddelelse fra administratoren af dette webstedVi har lukket denne underskriftsindsamling, og vi har fjernet underskriveres personlige oplysninger.Den Europæiske Unions generelle databeskyttelsesforordning (GDPR) kræver en legitim grund til lagring af personlige oplysninger, og at oplysningerne opbevares så kort tid som muligt. |