NEI TAKK TIL DJÓRAPÍNSLU!

NEI TAKK TIL DJÓRAPÍNSLU

Veitst tú av, at zoofili ikki er ólógligt í Føroyum? Zoofili er neyðtøka av einum djóri, og tað er als ikki nevnt í okkara sera grunnu og óítøkiligu djóraverndarlóg.

Veitst tú av, at tað beint nú stendur ein hundur í egnum landi og lorti? Hann hevur mat, vatn og skjól. Men ongin tekur upp eftir honum ella lovar honum inn. Lógin nevnir onki um reinleika.

Veitst tú av, at ein hundur stendur innilæstur í einum búri, hann gongur aftur og fram, aftur og fram og aftur og fram, allan dagin? Hann sleppur (næstan) ongantíð úr búrinum. At ganga soleiðis er eitt sterkt tekin uppá strong og ótrivna. Lógin nevnir onki um, hvussu leingi eitt djór kann vera innilæst.

Veitst tú av, at tað eru fleiri tropiskir fuglar í Føroyum, sum ongantíð sleppa at flúgva? Summir sleppa ikki ein gongd at spreiða veingirnar út. Lógin nevnir onki um búrstøddir. Hvørki hjá fuglum, hamstarum, kaninum, skjaldbøkum osfr.

 

 

 

 

Hetta hendir í Føroyum í 2015!

Vit ynskja djóraverndarlógina broytta sum skjótast.

Nei, vit KREVJA hana broytta!

TÚ KANST GERA MUN!

Skriva undir her, og hjálp okkum við at deila hendan boðskapin so langt og vítt sum møguligt.

Takk fyri.

Djóraverndarfelagið

‪#‎djóraverndsumhjartamál‬