Setið eina lóg í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi, og avtakið familjuhaldið.
Kommentarer
#408
Eg haldi tað er greitt at hetta er tað logiska og vísindaliga mest skilagóða at gera. At tann politiska ideologiin (liberalisma) hjá sitandi landstýri er í stríð við tað sum er rætt at gera, má standa fyri teirra egnu rokning.Sjúrður Hammer (Tórshavn, 2020-04-28)
#431
.Jónas Drews (Tórshavn, 2020-04-28)
#475
Tí at eg vil hava frælsi aftur! Tími ikki at búgva sum holubúgvi meir, so at onnur kunnu sleppa inn til Føroyar.Sóleyð Poulsen (Argir, 2020-04-28)
#477
Eg vil fegin hava eitt nøkulunda summar saman við mínari familju, nú vit ikki kunna fara uttanlanda.Elsa Maria Christiansen (Tórshavn, 2020-04-28)
#483
Einasti máti man kann lata Føroyar orduliga upp aftur.Hans Sejer Tummasarson (Tórshavn, 2020-04-28)
#486
Eg vil aftur í skúla, men tí at 6 fólk sita við corona, og fólk koma til fo við smittu, sleppi eg ikki.Maria Bjarnastein Antoft (Hoyvík, 2020-04-28)
#495
Eg skrivi undir, tí vit sum búgva í Føroyum skulu kunna liva soleiðis sum vit livdu áðrenn Korona, uttan at verða bangin fyri at fáa smittuna, og harvið smitta onnur. Fólk sum kemur uttanífrá skal tí í tvungið sóttarhald.Majfríð Jacobsen (Tórshavn, 2020-04-28)
#500
Tađ er ikki rætt, at 52.000 fólk skulu sita til gísla í egnum landi, tí at ferđafuglar skulu flúgva heim, har einstakir teirra ikki virđa sóttarhaldiđ. Stong dyrnar fyri korona, og lat hurđina upp fyri synsemi. Tvungiđ sóttarhald, tí reglarnir bert raka tey ólídnu.Snæbjørn Bærendsen (Brøndbyøster, 2020-04-29)
#530
Eg skrivi undir, tí hetta er neyðugt! Fólk virða ikki sjálvboðið sóttarhald, og tí er hetta alneyðugt!Jannie Hammer (Strendur, 2020-04-29)
#533
Hervið vátti eg meg samda/-n í, at vit krevja, at ein lóg skal setast í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi.Rúni í Lágabø (Vágur, 2020-04-29)
#539
Eg føli meg sum fangi í egna landi. Allur mín lívskvalitetur er tikin frá mær. Eg keypi inn og so heim, tađ er tađ. Eg má ikki blíva smitta eins og nógv onnur. Tađ eru tađ tíverri onnur, sum ikki skilja og "bróta" teirra sóttarhald, tí má okkurt gerast og tađ hevur víst seg ikki at verđa nokk viđ áliti og tilmælum.Eg havi mist mítt áliti á samgonguni, sum eg tíverri sjálv valdi, ongantíđ fyrr havi eg følt meg ótryggan í egna landi og tađ er ikki at gera ein politistat, at fyribils lógarkrevja, at nøkur innferđandi til landi, skulu í sóttarhald. Tá geva tit restina av føroyingunum teirra lívskvalitet aftur.
Katrin Jónsveinsdóttir (Hoyvík, 2020-04-29)
#552
Tí vit skulu ikki verða gíslar í egnum land, meðan útlendingar, bæði arbeiðsfólk og touristar hava frítt spæl. Hatta frívilliga riggar ikki, tað er sjón fyri søgn.Gunnar H. Gunnarsson (Tórshavn, 2020-04-29)
#566
Er enigElinborg Johannesen (Aalborg, 2020-04-29)
#570
karantena er ikki sjálvboðinHøgni Højgaard (Tórshavn, 2020-04-29)
#573
Eg havi ommubarn sum er i risikoHildur Gunnarsdottir (Tvøroyri, 2020-04-29)
#574
Simpelthen for dårligt at landets øverste myndighed ikke har mod til at kræve dette.Bøde på 25000kr, hvis folk ikke overholder karantænen på 14 dage...Man kan ikke gamble med en hel nationions liv og helse.
Eva Andersen (Strendur, 2020-04-29)
#586
Tvungið sóttarhald á ellisheimum - men ikki hjá teimum, sum koma til landið. Tað gongur ikki longur.Rakul Vang (Sørvágur, 2020-04-29)
#589
Eg eri 100% einig í 14dg tvungnum sóttarhaldið fyri ferandi til Fø, fór sjálv í sjálvboðið sóttarhald tá eg kom aftur av Gran Canaria. Gevur totalt onga meining at vera í familju sóttarhaldi, tá hini í húsarhaldinum ganga og mæla úti millum onnur.Marit Poulsdóttir (Hvalba, 2020-04-29)