MÓTMÆLA HANDFARINGINI AV SUÐUROYARLEIÐINI
Við hesum verður uppá tað harðasta mótmælt handfaringi av Suðuroyarleiðini og verður kravt sum tað fyrsta, at Smyril verður ikki tikin úr sigling, fyrr enn eitt javnbjóðis skip á stødd við Smyril verður at røkja siglingina, áðrenn Smyril fer í dokk.
Nokk er nokk, tolið er uppi.
Gott er at fólk kjakast um Suðuroyarleiðina á almennum miðlum og vísa á tankar og loysnir. Men fakta er, at tænastustøðið á Suðuroyarleiðini, nú Herjólfur skal avloysa Smyril, hevur ikki verið so lágt og vánaligt, síðani áðrenn 1975, tá Mols ferjurnar vórðu keyptar.
Men mest ræðandi er, at tað sýnist sum um tað er manglandi virðing og vitan í Løgtinginum og í Landstýrinum fyri Suðuroyarleiðini. Hetta er afturvendandi og kom til sjóndar til 3. viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2022, har landstýrismaðurin í samferðslumálum og løgtingslimir kjakast um, hvørt Erla Kongsdóttir kann røkja Suðuroyarleiðina, tá Smyril er í dokk. Hetta var skelkandi at hoyra, og niðurstøðan sýnist vera, at Suðuroyggin rekur fyri vág og vind, meðan landstýrið og SSL arbeiða fram eftir fummum. Slíkt kjak sløkkir alla vón um nakra framtíð fyri vinnulívinum, ungdóminum og møguligum tilflytarum og viðførur bara, at enn fleiri fólk stúra og umhugsa at flyta úr Suðuroynni.
Tað kann ikki passa, at tað er so galið í umsitingini av Suðuroyarleiðini, at ongin visión ella strategi er gjørd fyri hesa. At ongin, ið umsitur Suðuroyarleiðina hugsar um tilbúgvingar- & lagtíðarætlan, tá Smyril skal í dokk. Sannlíkt fær SSL alt ov lítla játtan til raksturin av Suðuroyarleiðini, og SSL noyðist at fylgja løgtingsins vilja og avmarka íløguna til avloysaraskipi, fyri at halda seg innan fyri játtanarkarmin. Óskiljandi er tó, at SSL hevur viðmælt at Herjólvur er nøktandi avloysaraskip fyri Smyril. Men enn meira óskiljandi er, at SSL ráðgevur landstýrið, at Erla Kongsdóttir kann røkja leiðina um Suðuroyarfjørð, hetta er ræðandi.
Ein kann eisini undrast yvir, at landsins myndugleikar ikki sýnast at hava hugsað tankan, at eitt skip kann ikki einsamalt røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð 24/7/365. So um tit ikki vita tað nú, so verður hervið sagt frá, at Smyril skal í dokk við styttri og styttri millumbilum, jú eldri hann verður, og krevur hetta, at avloysaraskip oftari og oftari skal setast í sigling um Suðuroyarfjørð. Skiljið tað nú, og setið nú av ta játtan, sum skuldi verið avsett fyri 15 árum síðani til at útvega nøktandi avloysaraskip, á stødd við Smyril, at røkja Suðuroyarleiðina, tá Smyril er í dokk.
Mótmælt verður, at SSL -við landstýrisins samtykt- ikki útvegar nøktandi avloysaraskip fyri Smyril. Og at SSL -við landstýrisins vilja- metur at Herjólfur 3 er nøktandi avloysara skip fyri Smyril. Herjólvur 3 átti ongantíð verði góðtikið sum avloysaraskip fyri Smyril. Herjólvur er 30 ára gamal, slitið og longu skrottaður í Íslandi. Herjólvur kann uppá ongan máta røkja tíðarinnar tørv, og veita nøktandi tænastustøði um Suðuroyarfjørð, og átti ongantíð verði nevndur sum avloysaraskip fyri Smyril.
Tolið er uppi hjá okkum, sum búleikast í Suðuroynni, og kravt verður, at Suðuroyarleiðin fær ta neyðugu játtan, sum skal til fyri, at Suðuroyarleiðin er á einum nøktandi støði javnbjóðis við farleiðirnar kring um í Føroyum. Hetta hava okur krav uppá sum suðuroyingar og javnbjóðis føroyingar.
Kravt verður við hesari undirskriftarinnsavning, at:
1. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, gevur SSL boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvir bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð, sum Smyril.
2. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin; at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á Løgtingsinsfíggjarætlan í 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.
-áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini-
-áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini- v./Fróði Mortensen vfl. Kontakt forfatteren af dette andragende