Áheitan um at lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur
Kommentarer
#211
Føroyar hevur í løtuni sjey sendistovur úti í heimi. Vit eiga sum land at hava betri raðfesting av, hvar vit leggja almenna íløgu í at hava sendistovu, og ikki gera tað í einum landi, sum aktivt og áhaldandi fremur fólkamorð og politiska, fíggjarliga, mentanarliga og sosiala kúgan av palestinska fólkinum.Annika K. Olsen (Keypmannahavn, 2024-03-29)
#215
Tí at bumba Gaza og drepa børn rekruttera fleiri til HamasHøgni Warberg (Kollafjørður, 2024-03-29)
#220
Tí eg eri ímóti at vit hava sendistovu ÍsrealFríðbjørg Olsen (Hoyvík, 2024-03-29)
#236
Eg kann ikki góðtaka, at Føroyar hevur sendistovu í einum landi, sum kúgar og týnir eitt heilt fólk.Við míni undirskrift heiti eg á Føroya Landsstýri um í stundini at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur.
Føroyar hava einki at gera í einum landi, sum fremur fólkamorð, hevur ólógligar hersetingar og útinnir apartheid.
Johanna Niclasen (København S, 2024-03-31)
#254
Eg kann ikki góðtaka, at Føroyar hevur sendistovu í einum landi, sum kúgar og týnir eitt heilt fólk.Við míni undirskrift heiti eg á Føroya Landsstýri um í stundini at kalla okkara sendifólk í Tel Aviv heim og lata føroysku sendistovuna í Ísrael aftur, inntil ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil Ísrael gevst við at kúga palestinska fólkið.
Føroyar hava einki at gera í einum landi, sum fremur fólkamorð, hevur ólógligar hersetingar og útinnir apartheid.
Klæmint Hofgaard (London, 2024-04-01)
#276
🍉Anita A. Jacobsen (Klaksvík, 2024-04-04)
#296
Tað skal vera ein kaldur dagur í helheimi tá ið eg loyvi landinum eg livi í og tjóðini sum livir í mær at samráðast við yvirgangs tingsett lond ið hava í huga at oyða eitt land.Stefania Patursson (Tórshavn, 2024-04-04)
#306
Tað er óetiskt og óforsvarligt, at vit hava sendistovu í Ísrael.Julia Petersem (Havn, 2024-04-05)
#331
Eg vil ikki at mítt land stuðlar undir apartheid og fólkamorð í Palestina.Hjalti Mortensen (Tórshavn, 2024-04-19)
#346
Eg skrivi undir tí eg stuðli ikki fólkadrápiIðunn Horn (Tórshavn, 2024-04-20)
#355
Eg taki undir við Samhugi við Palestina, tí eg skilji ikki hvussu jødarnir kunnu fremja so ræðuligar gerðir, tá tey sjálvi hava verði fyri líknandi ræðuleikar sjálvi.Hava tey onki lært ?
Jógvan í Dali (Tórshavn, 2024-04-20)
#365
End occupation in Palestine.Nurkamila Mohd Ali (Sorvagur, 2024-04-22)
#375
Fordi man bomber ikke uskyldige mennesker, som ikke har noget med krig at gøre. Børn lige så meget som voksne.Jákup Petur Djurhuus (Tórshavn, 2024-04-26)
#378
Eg skrivi undir, tí eg eri ímóti fólkamorðið og apartheit. Føroyra skulu ikki samstarva við eitt land, ið útslettar eitt annað fólkaslag!Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge (Tórshavn, 2024-04-28)